Zero Waste Vika Føroyar

Faroe-Islands-flag-zero-waste-weekEin vika uttan rusk

Í viku 36 er aftur Zero Waste vika! Zero Waste merkir null oyðsl, so frá 5.-9. september fara vit at gera okkara besta fyri ikki at oyðsla tilfeingi við ikki at framleiða rusk.

Ein vika uttan rusk – torir tú at taka av avbjóðingini?

Hví Zero Waste?

Hvørja viku blaka vit eina rúgvu av ruski burtur. Nógva staðni endar ruskið á ruskplássum, har tað bara liggur og flýtur, meðan regnið upploysir skaðiligu evnini og spakuliga førir tey við í undirgrundina og í grundvatnið. Her heima í Føroyum duga vit tíbetur væl at brenna ruskið og at brúka hitan sum fjarhita at hita heim okkara.

Men tað, sum vit ikki hugsa um, tá ruskið liggur í ruskspannini, er, at tað faktiskt er fjalt tilfeingi, sum fer til spillis. Sjálvt um vit fáa hita burturúr tí, so verður brúkt nógv meira orka at framleiða ruskið (áreðnn tað verður til rusk), enn vit fáa burturúr tí, tá vit brenna tað.

Harumframt hevur jørð okkara ikki óendaligar mongdir av tilfeingi. Sjálvt tað endurnýtandi tilfeingið brúka vit uppá so stutta tíð, at til dømis eitt nýplantað træ ikki nær at vaksa serliga nógv, áðrenn vit longu hava felt tvey onnur trø. 13. august 2015 var Earth Overshoot Day, tað vil siga tann dagurin í 2015 har vit longu – uppá knapt hálvt ár – høvdu brúkt alt tilfeingi fyri árið 2015! Og tilfeingi sum olja, sum plastikk er gjørt av, er heldur ikki endurnýggjandi. Tað vil siga at vit innan alt ov skjótt hava brúkt alt upp – so nú ræður tað veruliga um at spara!

Tey fimm R’ini

Enn er tað tíverri ikki gjørligt at liva púra ruskfrítt í Føroyum, men við at brúka tey fimm R’ini, ber til at minka munandi um sítt burturkast:

  • Refuse – takka nei til ting, tú ikki hevur tørv á
  • Reduce – minka um tína nýtslu
  • Reuse – endurnýt tað, sum tú longu hevur
  • Recycle – nýt tingini av nýggjum, sum tú ikki kanst refuse, reduce ella reuse
  • Rot – kompostera restina

Munurin á at enurnýta og at nýta av nýggjum

At nýta av nýggjum (recycle) er tá ein vøra, sum er gjørd úr endurnýtiligum tilfari (til dømis glas, pappír/papp og ávís sløg av plasti) verða umgjørd til eina nýggja vøru. Her endurnýtir man tilfarið, so tað ikki fer til spillis, men tilgongdin krevur nógvan hita, og harvið spillist tilfeingi (orka). Eitt dømi uppá at nýta av nýggjum er ein plastfløska, sum verður latin inn aftur í pant-automatina, og sum verður umsmeltað til eina nýggja plastfløsku.

At endurnýta (reuse) er tá ein vøra verður nýt umaftur og umaftur til sama endamál. Her broytist vøran ikki, og tað verður bert brúkt eitt sindur av tilfeingi at reingera hana við. Eitt dømi uppá endurnýtlsu er ein drekkidunkur, sum verður brúktur umaftur og umaftur og bert skal vaskast viðhvørt.

Soleiðis kickstartar tú tína Zero Waste viku

  • Minst til stofposan, tá tú fert til handils
  • Fá to-go-kaffi í títt egna termokrúss heldur enn í eitt pappbikar
  • Hav altíð ein drekkidunk við tær, so tú ikki keypir (soda)vatn í plastfløsku
  • Koyr matpakkan í eina mateskju í staðin fyri at pakka inn í staniol og plastposar
  • Brúka stofserviettar, sum kunnu vaskast, heldur enn køksrullu ella serviettar av pappíri
  • Fryst í glaskrukkum heldur enn í plastposum (bíða bara við at koyra lokið á til innihaldið er fryst)
  • Keyp brúkt heldur enn nýtt – um ymsu endurnýtsluhandlarnir ikki hava tað, tær manglar, hygg so á torg.fo, dals.fo og á mongu sølubólkarnar á Facebook
  • Brúka matrestirnar fyri at umganga matspillu

Blív ein rættur zero wastari

Tað er ikki so torført í veruleikanum, ha? Hevur tú fingið blóð uppá tonnina, og vilt tú av álvara kasta teg út í Zero Waste? Størsti parturin av húsarhaldsruski okkara er innpakkingur – mjólkarpakkar, plastposar frá frukt og grønmeti, mjølposar, súltutoyskrukkur o.s.fr. Men mann kann faktiskt skera nógv niður uppá innpakkingsruskið við at fara til handils røttu støðini.

  • Breyð, mjøl, havragrýn og korn frá bakaranum. Breyð kann mann altíð fáa í sín egna stoffposa, og um mann tosar við bakaran, er tað heldur eingin trupulleiki at fáa fylt mjøl og annað, sum tey allíkavæl hava á lagri, í sítt egna glas ella stofposa. Um bakarin í Miklagarði ikki vil, spyr so hjá einum smærri bakara.
  • Kaffi fæst í leysvekt í til dømis Brell og í Miklagarði. Hav egið ílat við at fylla í.
  • Ostur, fiskur og kjøt fæst hjá ostahandlaranum, fiskahandlaranum og hjá slaktaranum. Hav egið ílat við, sum er nóg stórt og bið um at fáa vøruna beint í tað uttan eyka innpakking.
  • Bomm kann blandast í stofposar, tú sjálv/ur tekur við.

Longu við hesum kann mann koma rættiliga langt. Kanska eru onkrir serhandlar har, sum tú býrt, har tú fært annað í leysvekt.

At byrja við kann tað vera ringt at skapa sær eitt yvirlit yvir alt hetta. Um tú kastar teg út í alt í senn, er kanska størri kjansur fyri at tú missir móti og gevur upp. Byrja tí heldur við einum í senn, so tú skjótari fært góð úrslit og spakuliga kanst flætta tingini inn í gerandisdagin. Tá tað fyrst er blivið ein vani, er tað faktiskt rættiliga lætt!

Eitt gott hugskot er eisini at finna íblástur á zero waste bloggum, har mann kann finna nógv góð ráð og lesa um royndir, sum onnur hava gjørt sær við zero waste lívsstílinum. Og minst til, at tú kanst altíð spyrja aðrar zero wastarar í Facebook-bólkinum (leinka omanfyri), um tú hevur brúk fyri input ella íblástri.

Íblástur

Heimildarfilmar:

Plastic Planet

https://vimeo.com/79967945

Taste the Waste

www.tastethewaste.com

True Cost

www.truecostmovie.com

Bloggar:

Norðanlot – føroyskur ungdómsbloggur, sum javnan leggur út um zero waste

nordanlot.wordpress.com

Trash Is For Tossers – amerikanskur zero waste bloggur

trashisfortossers.com

Zero Wastee Home – amerikanskur zero waste bloggur

zerowastehome.com/

Tag Skraldet! – danskur zero waste bloggur við heimstaði í Aarhus

tagskraldet.tumblr.com

The Picture of Mary – danskur boho og zero waste bloggur

www.gittemary.com/the-zero-waste-lifestyle

Instagram

 Zero Waste Journey DK – danskur zero waste instagram brúkari við góðum hugskotum

instagram.com/zerowastejourneydk/

Facebook

 Landsdekkandi Facebookbólkur, Zero Waste Føroyar

https://www.facebook.com/groups/1662975557289348/?fref=ts

Altjóða Facebookbólkur, Zero Waste Heroes!

https://www.facebook.com/groups/ZeroWasteWeekHeroes/?fref=ts